Flaggdagshald í grunddeildini

24. apríl 2024

Í morgin er flaggdagur

Í morgin er flaggdagur og tað hátíðarhelt grunddeildin í morgun, har næmingar og lærarar skipaðu fyri flaggdagshaldi. Tey sungu Sjá tú blánar, bóðu Faðir vár, og so helt Edmund í 2.b flaggdagsrøðuna.

Aftaná sungu tey tjóðsangin, Faðir fylg mær henda dag og Marja hevði eitt lítið lamb.

Her liggur eitt videobrot av tjóðsanginum.

Flaggdagsrøðan liggur niðanfyri og við henni fara vit at ynskja øllum ein góðan flaggdag.

 

 
Góðu áhoyrarar!
 

Fleiri okkara koma at hugsa um føroyska Merkið, tá ið tað flaggar á norðoyastevnu, ella tá vit eru til flaggdagshald í Vágstúni.

Vit koma eisini at hugsa um Merkið, tá vit standa og heppa á Føroyar í ítrótti og møguliga syngja “hvítt sum kavi, blá sum havið, reyð sum blóðið.”

Føroyska flaggið kallast Merkið og hevur reyðan kross, bláa rond og hvítan dúk.

Tað var ein ungur maður, sum kallaðist Jens Olivur Lisberg, sum saman við øðrum teknaði Merkið í 1919. Merkið var ikki viðurkent fyrr enn 21 ár seinni, nemliga undir øðrum veraldarbardaga 25. apríl í 1940. Hendan dagin góvu bretar boð í gjøgnum útvarpið, at nú skuldu føroysk skip sigla við fiski til Onglands undir føroyskum flaggi. Føroyingar kendu væl flaggið, men tað gjørdu hini londini ikki.

Áðrenn Føroyar fingu sítt egna Merkið, varð tað flaggað við donskum flaggi í Føroyum. Í dag eru fá, sum flagga við donskum flaggi í Føroyum.

Sum sagt, so vóru tað Jens Olivur Lisberg og aðrir, sum teknaðu Merkið í 1919. Hetta Merkið hongur í dag í Fámjins kirkju.

 

Vit gera nógv  burturúr í Føroyum at minnast flaggdagin 25. apríl.

Flaggdagshald eru í fleiri bygdum og býum runt um Føroyaland, har skótar og hornorkestur ganga skrúgongu, og ein røða verður hildin. Tá er vanligt at syngja flaggsangin, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Hann eitur “Sjá tú blánar sum loftið.” Hans Andrias Djurhuus skrivar í somu yrking at “Har, ið merkini veittra – veittri eisini mítt.” Tá ið vit síggja tey norðurlendsku fløggini veittra til dømis uttan fyri Klaksvíkar býráð, so síggja vit eisini tað føroyska Merkið, sum vit øll eiga og eru góð við.

 

Góðan flaggdag øll somul!