SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
03. mai 2024
Næmingar framføra til morgunsang
01. mai 2024
Næmingar lesa søgu fyri næmingum
29. apríl 2024
Lesiátak og stuðulslesing - eins og í fjør
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Góðu foreldur.

Vit hava í eina tíð roynt at arbeiða við arbeiðsumhvørvinum inni í flokkinum. Vit hava roynt ymisk tiltøk fyri at betra um arbeiðsfriðin. Hetta hevur havt misjavnað ávirkan.

Størsti parturin av næmingunum í flokkinum halda, at tað er ov nógvur ófriður í flokkinum, at samverutónin er keðiligur og at tað er alt ov nógv roks, fjas og tvætl í flokkinum.

Saman við næmingunum eru vit komin fram til at hesar tríggjar reglur ynskja vit, bæði næmingar og lærarar vera fylgdar.

1.       At vit eru friðarlig inni í stovuni.

2.       At vit lurta eftir. Hetta veri seg lærarum og floksfeløgum.

3.       Vit arbeiða, tá vit hava uppgávur at loysa.

Tað er óheppið at so nógvir næmingar ikki kenna seg væl tá teir eru í skúla. Vit vilja gera tykkum varug við, at vit eru og hava verið tilvitaðar um støðuna, og at vit hava roynt tað, vit kunnu, fyri náa teimum broytingum sum tørvur er á. Vónandi koma vit á mál.

Vinarliga

Jona og Sonja

Føroyskt

Vit fara at læra okkum at vera til landsroynd, og tí mugu tit hava oyrasnigil við í skúla.

 

 

Vika 19 - 2024

Mánadagur
6. mai
Røklar
Aksel og Sámuel
Lesiátak
Vit lesa 3.tíman

Heima: vit lesa s.44-46
Vit lesa upp, práta um søguna og arbeiða skrivligt
Danskt
Vit arbeiða skrivligt
Týsdagur
7. mai
Lesiátak
Vit lesa 1.tíma

Heima: vit lesa s.49-51
Í skúlanum: vit lesa, práta um søguna og arbeiða í Nem mál
Mikudagur
8. mai
Føroykst
Vit lesa 1.tíma
Hósdagur
9. mai
Kristi himmalferðardagur
Vit hava frí
Lesiátak
Vit lesa 1.tíma
Fríggjadagur
10. mai
Lesiátak
Vit lesa 1.tíma

Ítróttur 4. flokkur gentur
Svimjing: ALLAR skulu hava svimjiklæðir og handklæði við.
Fimleikur: ALLAR skulu hava skiftiklæðir og handklæði við. Vit vaska ikki hár, men skola kroppin. Við skifti klæðir meina vit:     At um møtt verður upp í klæðum at gera fimleik í, so mugu tær hava eitt annað sett at skifta í aftaná.
Ella kunnu tær hava klæðir at gera ítrótt/fimleik í við.
Tað er umráðandi at hava klæðir og handklæði við, soleiðis at genturnar kunnu luttaka í undirvísingini.
Tær, ið ikki hava klæðir og handklæði við, skulu út at ganga ein túr í staðin.
Um tað av eini hvørji orsøk ikki ber til at luttaka skulu foreldur/verji boðað læraranum frá (Maria Isaksen 258647).
Vinarliga
Anna Elisabeth og Maria

Sonja úr Fugloy, flokslærari: føroyskt, danskt og kristni og køk

Jona Højsted, flokslærari: støddfrøði, náttúra og tøkni, søga, fit first og evning

Ragnhild Ellingsgaard: enskt

Anna Elisabeth Gøte og Ása Johannesen: ítrótt, gentur

Dánjal Danielsen, Petur Páll Mikkelsem og Jógvan Kalsgarð: ítrótt, dreingir

Diana Asbjørnsdóttir: 4. lærari í støddfrøði

 

Sonja úr Fugloy

tlf: 287172

sonja.ur.fugloy@skulin.fo

Jona Højsted

tlf: 220840

 

Eingir lutir
4.A Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45 P-fak Floksins tími Støddfrøði Føroyskt Ná/tø
08:45 - 09:30 P-fak Støddfrøði Støddfrøði Føroyskt Ná/tø
09:45 - 10:30 Føroyskt Føroyskt Danskt Enskt Søga
10:30 - 11:15 Føroyskt Føroyskt Danskt Enskt Støddfrøði
  Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11.45-12.30 Støddfrøði Ná/tø P-fak Kristni Ítrótt
12:30-13.15 Danskt Fit first P-fak Kristni Ítrótt
13.25-14.10       Kór (valfrítt)