Næmingar framføra til morgunsang
3. mai 2024
Morgunsangur er hvønn morgun í grunddeild og miðdeild.
Í morgunsanginum verða sálmar og sangir sungnir og biðið verður Faðir vár.
Onkuntíð er okkurt annað á skránni og tað kann vera ymiskt, hvat tað er.
Herfyri vóru tað næmingar í 2.a, sum so fittir, hugaligir og dugnaligir framførdu sang og spæl á ljóðføri.
Her kunnu tit hoyra tey spæla og syngja fyri øllum hinum í grunddeild. Ófør eru tey.
Við hesum vilja vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti!