SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
03. mai 2024
Næmingar framføra til morgunsang
01. mai 2024
Næmingar lesa søgu fyri næmingum
29. apríl 2024
Lesiátak og stuðulslesing - eins og í fjør
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Innbjóðing til kunnandi fund

Góðu foreldur og næmingar í 7. flokki.  
 
Týskvøldið 30. apríl kl. 19.00 bjóða vit til stuttan kunnandi fund um lærugreinaval í 8. flokki. Leivur Vitalis kunnar um tímatalvu og tímtal, og skúlavegleiðararnir kunna um víðari skúlagongd. 
 
Fundurin verður í nýggju miðhøll. Væntandi er fundurin liðugur kl. 19.30. 
 
Vinaliga 
Leivur Vitalis og skúlavegleiðararnir 

Val av vallærugreinum og kunning um greinarnar, tit kunnu velja

Vallærugreinar til komandi skúlaár skulu veljast HER

Kunning um vællærugreinarnar: Vallærugreinar.pdf

Gev gætur!

Her mangla nógvar innlatingar, so minnist til at hyggja væl eftir heima, í taskuni og skápinum í skúlanum.

Heilsan

Bókasavnið

Fartelefonir í skúlatíð

Seinastu tíðina hava vit havt avbjóðingar við, at fartelefonir hjá næmingum órógva í skúlatíðini. Vit fara tí at stramma upp hesum viðvíkjandi komandi tíðina og verða hesar meginreglar settar í verk í flokkinum: 

1. Fartelefonir verða savnaðar inn, tá skúladagurin byrjar og verða læstar inni í floksskápinum. Næmingarnir fáa telefonina aftur, tá skúladagurin er liðugur. 

2. Um næmingur ikki vil lata telefonina inn (ella um næmingur sigur, at viðkomandi ikki hevur telefon við í skúla), so sendir flokslærarin eini sms-boð heim til foreldrini. Um tað veruliga er so, at næmingur ikki hevur telefon við í skúla, so verður ikki gjørt meira við hetta. 

3. Um næmingur brúkar telefonina í skúlatíð, so verður telefonin tikin og løgd inn á skrivstovu skúlans. Telefonin kann heintast aftaná skúlatíð.

4. Um ein telefon verður tikin fleiri ferðir frá sama næmingi, so verður telefonin tikin og løgd inn á skrivstovu stjórans. Foreldur kunnu heinta telefonina hjá stjóranum. 

 

Vónandi taka øll foreldur væl undir við hesum reglunum, soleiðis at allir næmingar sleppa undan, at fartelefonir framhaldandi órógva skúladagin hjá teimum. Meginreglarnar hjá flokkinum eru grundaðar á meginreglur skúlans viðvíkjandi telefonnýtslu. Tær meginreglarnar kunnu lesast her: https://skulatrod.fo/fartelefonir

Vinarliga, 
Ragnhild 

Bøkur á iBok

Tær flestu bøkurnar, sum vit brúka í flokkinum, liggja eisini á iBok. Har ber til bæði at lesa og lurta eftir tekstinum. 

Næmingurin ritar inn við sínum Office-brúkara og síðani ber til at leita eftir bókini í leititeiginum ovast til høgru. Tá bókin er latin upp, ber til bæði at lesa og at lurta eftir tekstinum.

Bøkurnar liggja á www.ibok.nam.fo

 

Vika 19 - 2024

Mánadagur
6. mai
Danskt
Vit fara í gongd við ein nýggjan tekst, sum vit fara at arbeiða við. 

Einki at lesa heima.
Týsdagur
7. mai
Enskt
Uppgávan "Enskt: Visit the Faroe Islands" skal verða liðug og latin inn, áðrenn tímin byrjar. 

Uppgávan liggur á Teams. 
Mikudagur
8. mai
Kristni
Vit byrja upp á kapitul 9, og hyggja eina løtu eftir dokumentari um Móses.
Hósdagur
9. mai
Kr. Himmarfaradagur
Fríggjadagur
10. mai
Ítrótt
Dreingir: KÍ - høllin
Søga
Uppgávan "Søga: Rómverjar - valdsharrar heimins" skal verða liðug svarað og latin inn, áðrenn tímin byrjar. 

Uppgávan liggur á Teams. 

Flokslærari: Ragnhild Ellingsgaard
Telefon: 270626
Teldupostur: ragnhild.ellingsgaard@skulin.fo

Bridge-dagur hjá 7. flokkunum

Her eru nakrar myndir av bridge-degnum, sum 7. flokkarnir høvdu fríggjadagin 23. februar 2024.

Næmingarnir lærdu grundleggjandi reglarnir og hugnaðu sær óført saman við limum úr Bridgefelagnum, sum løgdu lag á. Ein góður dagur - bæði fyri ung og eldri! :)

Læknastríðið í QR-kotum

Í dag vóru vit og kvøddu saman við teimum eldru í Niðristovu

Gekkakvøld

Kamsdalur