SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
03. mai 2024
Næmingar framføra til morgunsang
01. mai 2024
Næmingar lesa søgu fyri næmingum
29. apríl 2024
Lesiátak og stuðulslesing - eins og í fjør
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG
Eingir lutir

Vika 19 - 2024

Mánadagur
6. mai
Ítrótt
Gentur: Fimleikarhøllin
Dreingir: Kíhøllin
Lesi átak
Lesa 1. tíma
Týsdagur
7. mai
Mikudagur
8. mai
Enskt
Lesa 56-59
Hósdagur
9. mai
Kristi himmalfarardagur
Fríggjadagur
10. mai

Vallærugreinar komandi skúlaár.

Næmingarnir í 6. flokki skulu nú velja sær tær vallærugreinar tey ynskja at hava komandi skúlaár, tað er í 7. flokki. Niðanfyri er leinkja til spurnarskjal. 

https://forms.office.com/e/UAAzg4kLVk

Vh

Leiðslan

Vælkomin í 6.a

Dagførd tímatalva 23/24

Postarenning í Klaksvík

Hvør bólkur skal taka eina mynd, hvar tit vísa, at uppgávan er loyst á staðnum. Stig verða givin fyri skjótleika (hvør bólkur kemur fyrst á mál) og kreativitet. Øll uttan ein (myndafólk) skulu verða við á myndini.

Myndirnar skulu takast á postinum.

1. Klaksvíkar Sjúkrahús
Taki mynd framman einari inngongdunum á sjúkrahúsinum

2. Standmyndin av Elinborg Lützen
Taki mynd saman við standmyndini

3. Kvinnan við róðrið
Taki eina mynd, sum ímyndar lívið á sjónum

4. Inn
Taki eina mynd við eini matvøru, sum øll í bólkinum dáma væl

5. Roykstovan
Taki mynd fram við málaða vegginum, har tit síggja út sum ein natúrligur partur av málninginum

6. Christianskirkjan
Taki mynd undir kirkjutorninum

7. Varpið
Taki mynd, meðan bólkurin ger eina menniskjapyramidu við nýggja mentanarhúsið

8. Dunnur
Taki mynd av bólkinum saman við dunnunum við Biskupstorg

9. Fonn Flog
Taki mynd framman fyri Fonn Flog, har bólkurin ímyndar eina ferðaklára bólkaferð

10. Bátabrúgvarnar
Taki mynd á eini av bátabrúgvunum við FK

11. Borg
Taki mynd á parkeringsplássinum uttanfyru Borg, thar bólkurin ímyndar eina borg

12. Lærarin og vit
Taki mynd saman við einum av tykkara yndislærara á Skúlatrøð