Góðu foreldur.
Vit hava í eina tíð roynt at arbeiða við arbeiðsumhvørvinum inni í flokkinum. Vit hava roynt ymisk tiltøk fyri at betra um arbeiðsfriðin. Hetta hevur havt misjavnað ávirkan.
Størsti parturin av næmingunum í flokkinum halda, at tað er ov nógvur ófriður í flokkinum, at samverutónin er keðiligur og at tað er alt ov nógv roks, fjas og tvætl í flokkinum.
Saman við næmingunum eru vit komin fram til at hesar tríggjar reglur ynskja vit, bæði næmingar og lærarar vera fylgdar.
1. At vit eru friðarlig inni í stovuni.
2. At vit lurta eftir. Hetta veri seg lærarum og floksfeløgum.
3. Vit arbeiða, tá vit hava uppgávur at loysa.
Tað er óheppið at so nógvir næmingar ikki kenna seg væl tá teir eru í skúla. Vit vilja gera tykkum varug við, at vit eru og hava verið tilvitaðar um støðuna, og at vit hava roynt tað, vit kunnu, fyri náa teimum broytingum sum tørvur er á. Vónandi koma vit á mál.
Vinarliga
Jona og Sonja
Føroyskt
Vit fara at læra okkum at vera til landsroynd, og tí mugu tit hava oyrasnigil við í skúla.
Vika 19 - 2024
Heima: vit lesa s.44-46
Vit lesa upp, práta um søguna og arbeiða skrivligt
Heima: vit lesa s.49-51
Í skúlanum: vit lesa, práta um søguna og arbeiða í Nem mál
Ítróttur 4. flokkur gentur
Svimjing: ALLAR skulu hava svimjiklæðir og handklæði við.
Fimleikur: ALLAR skulu hava skiftiklæðir og handklæði við. Vit vaska ikki hár, men skola kroppin. Við skifti klæðir meina vit: At um møtt verður upp í klæðum at gera fimleik í, so mugu tær hava eitt annað sett at skifta í aftaná.
Ella kunnu tær hava klæðir at gera ítrótt/fimleik í við.
Tað er umráðandi at hava klæðir og handklæði við, soleiðis at genturnar kunnu luttaka í undirvísingini.
Tær, ið ikki hava klæðir og handklæði við, skulu út at ganga ein túr í staðin.
Um tað av eini hvørji orsøk ikki ber til at luttaka skulu foreldur/verji boðað læraranum frá (Maria Isaksen 258647).
Vinarliga
Anna Elisabeth og Maria
Sonja úr Fugloy, flokslærari: føroyskt, danskt og kristni og køk
Jona Højsted, flokslærari: støddfrøði, náttúra og tøkni, søga, fit first og evning
Ragnhild Ellingsgaard: enskt
Anna Elisabeth Gøte og Ása Johannesen: ítrótt, gentur
Dánjal Danielsen, Petur Páll Mikkelsem og Jógvan Kalsgarð: ítrótt, dreingir
Diana Asbjørnsdóttir: 4. lærari í støddfrøði
Sonja úr Fugloy
tlf: 287172
Jona Højsted
tlf: 220840
4.A | Mánadagur | Týsdagur | Mikudagur | Hósdagur | Fríggjadagur |
08:00 - 08:45 | P-fak | Floksins tími | Støddfrøði | Føroyskt | Ná/tø |
08:45 - 09:30 | P-fak | Støddfrøði | Støddfrøði | Føroyskt | Ná/tø |
09:45 - 10:30 | Føroyskt | Føroyskt | Danskt | Enskt | Søga |
10:30 - 11:15 | Føroyskt | Føroyskt | Danskt | Enskt | Støddfrøði |
Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | Matarsteðgur | |
11.45-12.30 | Støddfrøði | Ná/tø | P-fak | Kristni | Ítrótt |
12:30-13.15 | Danskt | Fit first | P-fak | Kristni | Ítrótt |
13.25-14.10 | Kór (valfrítt) | ||||