Benjamin luttók í Pangea

28. apríl 2024

Diplom fyri luttøku

Benjamin í 3.a luttók í ársins finalu í Pangea støddfrøðikappingini, sum var leygardagin 27. apríl.

Kappingin varð hildin í Norðurlandahúsinum, og í finaluni vóru 5 tey bestu í hvørjum floksstigi frá 3. til 9. flokki av teimum 1462 næmingunum, ið luttóku.

Benjamin fekk diplom fyri luttøkuna. 

Stuttligt, tá næmingar taka lut í fjølbroyttum, fakligum avbjóðingum. 

Meir um Pangea á heimasíðuni in.fo her